19 dronur yvir Pólland í nátt

Eftir hendingina eru nú myndir og upplýsingar úr bygdini Oleśno í norðara parti av landinum, sum staðfesta, at ein drona er skotin niður í økinum.

Oleśno liggur 300 kilometrar í landsynning úr Bornholm.

Borgarstjórin í kommununi, har bygdin liggur, eitur Marcin Ślęzak, og hann sigur, sambært pólsku tíðindastovuni PAP, at dronan datt niður á einum vølli og at eingin skaði er hendur av hesum.

Fleiri pólskir miðlar vísa myndir av dronu á einum øki nærhendis býnum, og pólski fólkatingsmaðurin Jacek Protas deilir eina nærmynd av dronuvrakinum.

Vrakið er eins og ein russisk Gerbera-drona.

Tað sigur russiski ríkismálaráðharrin, Andrei Ordash, sambært russiska almenna miðlinum Ria Novosti.

– Vit vita eitt – hesar dronurnar flugu frá ukrainskari síðu, leggur hann afturat.

Fráboðanirnar frá pólskum myndugleikum og Hvítarusslandi hava annars verið, at dronur flugu inn úr hvítarussiskum loftrúminum.

-Tað var eitt ætlað tiltak, sigur varaforsætisráðharrin í Póllandi. Dronirnar, sum flugu inn í pólska loftrúmið, var eitt ætlað tiltak hjá Russlandi.

Mynd: Rafal Guz / Ritzau Scanpix

Mynd: Rafal Guz / Ritzau Scanpix

Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, fer ikki at svara spurninginum um dronur, sum flúgva yvir Póllandi á tíðindafundi í dag. Hettar er eitt mál hjá russiska verjumálaráðnum, segði hann.

– Í hesum førinum vilja vit ikki gera viðmerkingar til tað á nakran hátt. Tað er ikki innan fyri okkara førleika, segði talsmaðurin.

Peskov sigur tó, at ES og NATO dagliga ákæra Russland fyri at standa aftanfyri provokatiónir.

Hetta er offisiella russiska fyribilssvarið til ákærurnar hjá Póllandi um, at í minsta lagi 19 russiskar dronur hava brotið pólska loftrúmið í dag.

Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, sigur við pressuna, at brotið á loftrúmið í gjárkvøldið og aftursvarið hjá Póllandi vísa, at Evropa er ført fyri at verja seg sjálvt – men vit mugu gera meira.

– Tað, sum hendi í Póllandi, er ein “gamechanger”. Vit mugu reagera sera harðliga. Russland eskalerar tilvitað, sigur hon.

Hon leggur dent á, at tørvur er framvegis á fleiri revsitiltøkum móti Russlandi.

Ein talsmaður fyri týska verjumálaráðið sigur við Reuters, at ES-londini fara at hittast í dag at tosa um brotið á pólska loftrúmið.

Sambært AFP segði týski verjumálaráðharrin eisini, at dronurnar týðuliga stevndu móti Póllandi.

Fundurin verður seinnapartin í dag, og luttakarar verða sendiharrar hjá ES-londunum í Brússel.

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Fyrr í dag kallaði forsætisráðharri Mette Frederiksen, tað fyri eitt fullkomiliga óhóskandi russisk álop móti Ukraina og brot á pólska loftrúmið.

Mette sigur eisini, at hetta vísir at ein ikki kann leggja virði á orðini hjá Russlandi, men bert á teirra gerðir.

Hon kallar støðuna fyri álvarsama og óhóskandi.

Danska stjórnin hevur havt fund í dag, sigur hon.

– Vit eru ikki bara í einum truplari heimi og vandamiklari støðu, men eisini einari hættisligari støðu.

Serliga tí Danmark deilir Eystarasalt við Pólland, og ein av dronunum hevur rakt einar 300 kilometrar frá Bornholm.

– Hetta er álvarsamt, sigur hon. Evropeisk upprusting skal framskundast, eins og harðari revsitiltøk skulu vera móti Russlandi og enn meira hjálp til Ukraina.

-NATO hevur eina uppgávu beint nú, og tað er at stuðla Póllandi.

Danska stjórnin er í sera tøttum samrøðum við Pólland, og har skal vera eitt sera greitt svar frá NATO.

Tað fer at henda aftur. Tað ivist eg ikki í, sigur Mette Frederiksen.

Og tað er ikki fyrstu ferð, vísir hon á. Tað hava longu verið fleiri hybridálop og nú bróta dronur loftrúmið

– Russland vil ikki hava frið.

Forsætisráðharrin kann ikki siga við vissu, um allir NATO-sambandsmenninir fara at semjast um eitt NATO-svar. Men, sum hon sigur:

– Eg kann lova dønum og restini av NATO-samgonguni, at eg og vit fara at gera tað vit kunnu fyri at tryggja, at NATO svarar, sum vit burdu.

– Tað er bara eitt mál, sum Russland skilir, og tað er at berjast aftur, sigur hon.

NATO er til reiðar at svara eini hóttan, men ikki nógv lond í Evropa kunnu svara aftur.

– Eg fari at siga keyp, keyp, keyp, KEYP omaná tað, sum hendi í Póllandi, sigur hon í dag.

Hon metir, at tað passar inn í streymin av øðrum herferðum frá russiskari síðu – ávirkanarherferðir, sabotasja, net-álop.

– Eg vóni, at øll hava varnast mynstrið. Russland hevur ein oyðileggjandi leiklut mótvegis Evropa, sigur hon.

Donald Trump og Hvítu Húsini fylgja við fráboðanunum úr Póllandi, og ætlanir eru um, at Trump forseti fer at tosa við pólska forsetan, Nawrocki í dag. Tað veit Reuters at siga frá einum talsmanni í Hvítu Húsunum