37 ár í Betri Banka: Majken Haraldsen takkað fyri drúgva tænastu
Fyri 37 árum, 3 mánaðum og 27 døgum síðani, byrjaði Majken Haraldsen sítt starv í Betri Banka. Í hesum sambandi varð hildin ein hugnalig móttøka í bankanum, har starvsfelagar, samstarvsfelagar og kenningar komu at ynskja henni góða eydnu víðari.
Majken hevur arbeitt á ymiskum deildum, eitt nú deildartænastuni, har hon var kend sum ein pressari við sera góðari kundatænastu. Tað sum eyðkendi Majken hjá Betri banka, var at man bleiv altíð møttur við enum smílið, og so hevði hon ein smittandi látur.
Hon hevur verið ein sonn fyrimynd, arbeiðssom og álítandi í sínum arbeiði. Allar nýggjar uppgávur hevur hon verið klár at tikið sær av, ljóðar frá starvsfólki á deilduni
Majken hevur altíð verið klár at veita eina hjálpandi hond, eisini hevur hon gjørt døgurða til starvsfólkini í køkinum. Ein sera hugnalig kvinna at hava á arbeiðsplássinum.
Starvsfólkið hevði nógv pen orð at siga um Majken sum persón og sum starvsfelaga.
Betri Banki takkaði Majken fyri drúgva tænastu og ynskir henni alt tað besta víðari.