Eingin samanhangur millum koppsetingar og sjúkur

Granskarar frá Statens Serum Institut (SSI) hava gjøgnum heilsuskráirnar í Danmark, greinað dátur frá meira enn 1 millión donskum børnum, sum eru fødd millum 1997 og 2018.

Hettar var gjørt fyri at kanna um tað eru langtíðar heilsuávirkanir av koppsetingum, sum innihalda aluminium .

Kanningin kannaði 50 ymiskar sjúkur og fann ongan hagtalsligan samanhang millum aluminiumsinnihaldið í koppsetingum og øktan vanda fyri at fáa autismu.

Auto-immunsjúkur, astma ella allergiskar sjúkur sum hoyfepur og matallergi, kundi heldur ikki samanleinkjast við nakra koppseting

Kanningin er almannakunngjørd í læknatíðarritinum Annals of Internal Medicine .