HMS ST ALBANS leggur at í Tórshavn í vikuskiftinum

HMS St. Albans Type-23 Class fregattin hjá The Royal Navy, við hennara Merlin Mk2 tyrlu frá 814 Naval Air Squadron umborð, heldur ein ‘logistikkstøðg’ í Føroyum hetta vikuskiftið.

Við vitjanini verður møguligt hjá skipinum at bunkra brennievni, og fylla mat- og aðrar neyðugar goymslur, eins og manningin, ið telur næstan 200, kann fáa hvíld meðan tey enn eru á uppgávum í Norðuratlantshavi og Norskahavi.

HMS ST ALBANS nærveran undirstrikar varandi raðfestingina hjá Bretlandi til verju og trygd í Norðuratlantshavinum.

Vit hava nýliga framt uppgávuáseting bæði á lands- og NATO-stigi, stuðlar útsetingin undir at avbyrgja møguligar hóttanir og sikra trygd av lívsneyðugum sjósamskiftislinjum.

The Royal Navy er framhaldandi støðuføst í leiklutinum at tryggja siglingarfrælsi og stuðla sameindum um alt økið.

Enska Kongaliga sjóverjan ‘The Roayal Navy” er framvegis støðuføst í sínum leikluti at tryggja siglingarfrælsi og stuðla sameindum um alt økið.

HMS ST ALBANS vitjan er 80 ár síðani, at bretska hernaðarliga nærveran á Føroyum endaði undir seinna heimsbardaga.

Logistikksteðgurin er gjørdur í tøttum samstarvi við føroyskar og danskar samstarvsfelagar.