Frálík UB40-konsert í Wales, hóast regn og runudýki
Nógv er at gleða seg til á komandi Summarfestival sum verður í døgunum 7.-9. august.
Eitt av mongu kendu nøvninum sum koma til Klaksvíkar at framføra, er UB40 við Ali Campbell á odda.
Teir høvdu eina konsert tann 19. juli á Cardiff Castle í Wales, har Ikki eingongd regnið kundi dempa góða andan á áskoðarafjøldini.
Eyðkenda røddin hjá bretska reggae-legendanum Ali Campbell, var ein frøi at hoyra hjá øllum sum vóru til staðar.
“UB40 ft Ali Campbell,” eitur bòlkurin og er Ali kendur fyri at leggja rødd til løg sum Red Red Wine, Kingston Town og 80-ara coverið av lagnum hjá Elvis, (I Can’t)Help Falling in Love, og hann skuffaði bestemt ikki í Wales.
Ali og bólkurin spældu sangir sum If it happens again, Its my delight og Sweet Cherrie, meðan áskoðararnir sungu við.
Áskoðarafjøldin sum var væl blandað og samansett av ymiskum aldursbólkum, ung sum gomul, elskaði hvørt sekund av konsertini.
Byrja var við upphiting frá Reggae Roast, sum er ein bólkur av DJ’s, teknikarum og øðrum, sum seta gongd í tað heila.
Eisini sang Bitty McLean, ein rock’n raggae-sangari úr Onglandi.
Har var eitt hav av klárum regn-ponsjum at síggja, tí øll vóru komin væl fyrireikaði, og hóast runudýki undir fótum, so dansaðu øll við.
Fagnaðurin var stórur, tá Campbell, 66 ára gamal, fór á pallin. Hann smíltist fra oyra til oyra, og elskadi týðiliga at framføra hesa løtuna í Cardiff.
Tá áskoðararnir fingu klappa teir útaftur á pallin at framsøra nøkur eykaløg, fingu tey klassikaran ‘Red red wine’ og (I can’t Help) Falling in Love.
Síðstnevnda lag fekk fleiri av áskoðarunum at fella tár. Ein góður endi á eina frálíka framførslu.
Eisini fingu tey ‘Kingston Town’ sum eykanummar og tað fekk áskoðarafjøldina upp at kóka. Tey dansaðu og sungu við til sermerkta slagið av reaggae frá upprunaliga bólkinum.
UB40 hava selt yvir 70 milliónir plátur síðani teir byrjaðu í 70-unum.
Enn ber til at ogna sær eitt vikuskiftispass í Telebúðum ella her
Dagsatgongumerkir kunnu bert keypast við dyrnar.
Øll sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini atgongd til Silvaland.
Skráin sæst her