TeenStreet er skotið í gongd
Í morgun koyrdu so allir bussarnir við føroysku tannáringunum inn á TeenStreet økið í Offenburg.
– Alt hevur gingið væl, og fólk eru glað, frættist úr Týsklandi.
Tey vóru innregistreraði og fingu armband og eitt hálsband við innlimingarkorti, har navn og mynd er á.
Ein kopp og eina blusu sum tey hava bílagt frammanundan, fingu tey eisini við komu.
Eisini skrivar TeenStreet Føroyar á Facebook:
-Seinni í dag verður landbólkafundur, har kunnað verður um vikuna sum stendur fyri framman. Og so er TeenStreet legan 2025 her í Offenburg veruliga skotin í gongd.