Jonas er farin til hús

HB skrivar soleiðis í dag:

Jonas Enkerud hevði eitt ynski um at sleppa heim aftur til Norra, og hetta hava vit gingið á møti.

Jonas hevur frá fyrsta degi víst ein ótrúliga góðan hugburð. Hóast mótgongd í byrjanini hevur hann hildið høvdið høgt og arbeitt hart fyri at vinna sær pláss aftur á liðnum.

– Nú er mín tíð í HB av fyrr enn upprunaliga ætlað. Eg eri nøgdur við gongdina í seinastuni, og eri glaður fyri upplivingarnar við at spæla europeiskar dystir.

Eg ynski liðnum alt tað besta restina av kappingarárinum, sigur Jonas.

Takk fyri tíðina í HB, og bestu eydnu í framtíðini, skrivar HB.