70000 tons av málmi

Hetta verður fimtu ferð vit eru við á hesari cruise ferðini. Vit vóru við í 2011, fyrstu ferð hesin festivalurin var hildin. Og so aftur í 2013, 2016 og í 2019.

Tað er eitt einastandandi gott tiltak, serliga samanborið við aðrar festivalir, ið kunnu órógvast av ringum veðri og nógvari ferðslu.

Her er alt í einum stað, í 5 dagar á rað. Heitt og gott veður, stutt at ganga til alt. Og hvørki regn ella runa at hugsa um.

Hettar sigur Heri, sangarin í Týr, nú teir í januar aftur fara at spæla á hesum serstaka festivali.

70000TONS OF METAL er ein árligur tungmálmstónleikafestivalur, sum verður hildin á einum ferðamannaskipi við navninum  ‘Freedom of the Seas’. 

Festivalurin er kendur sum heimsins størsta tungmálmscruise, har 60 bólkar fara at spæla á fýri pallum.

120+ beinleiðis sýningar verða umborð, umframt ymiskt annað virksemi. Til dømis karaoke, jam sessions, og verkstovur.

Hettar er ein serstøk uppliving sum fer fram yvir fimm dagar og fýra nætur, har gestirnir í høvuðsheitum eru á fimm daga, all-inclusive málmsferð.

Skipið siglur úr Miami til eina karibisku oyggj, har nágreiniliga ferðamálið er ymiskt á hvørjum ári, og enn er einki kunngjørt um hvørja oyggja farið verður til í ár.

Á festivalinum eru nógvar ymiskar undirsjangrur av tungmálmi, líka frá klassiskum til tær meira ekstremu. Umframt tónleikin er karaoke, jam sessions, belly flop kappingar, og møguleikar at samskifta við listafólkini.

Allir gestir fáa VIP-behandling við óheftari atgongd til allar sýningar og tiltøk, umframt at tey hava atgongd til barrirnar 24/7

Facebook-vangin hjá festivalinum https://www.facebook.com/70000tons

Týr á 70.000 Tons festival í 2013 https://youtu.be/xVWhachtquw?si=QmmMkEAYMplfI5k5