Spania er skúgvað til viks

Tað verður næstan ikki roknað við øðrum enn tí, sum klaksvíkingar avrikaðu í kvøld, tá ið hvítarussiska FC Neman Grodno var gestur á Tórsvølli.

KÍ vann 2-0, og harvið er KÍ favorittur annað hóskvøld at vinna seg víðari í avgerandi umfari, har dagsskráin verður at vinna seg í deildarspælið í Conference League.

Í tí umfarinum verður spanska høvuðsstaðarfelagið Rayo Vallecano mótstøðuliðið.

Um tað eydnast at basa hvítarussiska FC Neman Grodno undirstrika fegnu KÍ spælararnir so staðiliga. Teir eiga nógvar royndir í Europa, og hóast tað í kvøld endaði við 2-0 heimasigri, so eru spælararnir sera vilvitaðir um, at hundurin er ikki meiri enn hálvbardur, og hetta var fyrsta viðmerkingin hjá venjaranum, tá ið Magnus Powell hitti spælararnar og takkaði teimum fyri góða avrikið.

-Vit mugu ikki undirmeta mótstøðuliðið, hóast tað í kvøld ikki megnaði at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Av royndum vita vit, at tað er heilt øðrvísi at spæla á útivølli, enn tað er at spæla á heimavølli, og um vit nú og fram til útidystin, sum verður í Ungarn, fara at hugsa um at spæla í Madrid, so missa vit fokus, og so gongur tað ikki, sigur René Shaki Joensen í samrøðu við FM1 útvarpið.

René Shaki Joensen legði í kvøld KÍ á odda 1 í 26. minutti. Tá hevði heimaliðið í tað mesta av einum korteri verið leikliga greitt omaná, og soleiðis helt tað fram restina av fyrra hálvleiki. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, økti Páll A. Klettskarð um munin til 2-0 eftir fínt innlegg úr vinstru frá Patrik Johannesen.

Í summar er bara eitt mál farið ígjøgnum hjá KÍ í europeisku dystunum. Aftur í kvøld eydnaðist tað at sleppa undan, at mótstøðuliðið skoraði.

KÍ avrikið var framúr stóran part av fyrra hálvleiki, tá ið tað hekk heilt væl saman í bæði verju og álopi.

Eftir steðgin var verjuspælið framvegis sannførandi, meðan talan í framrættaða partinum var um mistøk, og sum tíðin gekk, so varð tað alt torførari hjá heimaliðnum at vinna seg í støður frammarlaga á vøllinum.

-Tað fer at kosta, um vit á útivølli endurtaka mistøkini, sum vit gjørdu í kvøld, so vit hava nakað at arbeiða við næstu dagarnar, staðfesti René Shaki Joensen.

Nú fríggjakvøldið klokkan 18 fær KÍ á summarfestivalinum vitjan av B68. Tað kann roknast við, at onkrar broytingar vera á liðnum soleiðis, at fleiri av royndu og tilkomnu spælarunum, sum í kvøld vóru við til at bera liðið til sigur, fáa minni leiklut fríggjakvøldið.

 KÍ – Neman FK 2-0 (2-0)

1-0: René Shaki Joensen 26.

2-0: Páll A. Klettskarð 45.+1.

KÍ: Sebastian Linnet John – Odmar Færø (Gilli Rólantsson Sørensen, 80.), Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen (Daniel Johansen, 68.) – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 88.), Páll A. Klettskarð (Filip Brattbakk, 80.), Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 68.)

Á beinkinum: Mark F. Jensen, Robert Williams, Jonn Johannesen, Dávid B. Andreasen, Páll Müller, Martin Gonzales, Ahmed Latif

Gult kort: Deni Pavlovic, Odmar Færø

Venjari: Magnus Powell