120 børn á fótbóltsskúla í Runavík

Leygardagin 2. og sunnudagin 3. august var vøllurin við Løkin í Runavík karmur um fótbóltsskúlan 2025, sum NSÍ skipaði fyri.

Umleið 120 gentur og dreingir í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku, og nú teir fimm fótbóltsskúlarnir hjá FSF og feløgunum hava verið, hava næstan 600 børn verið á fótbóltsskúla í summar.

Niðanfyri er leinkja til myndir frá fótbóltsskúlanum í Runavík, sum Jóhanna Thomsen hevur tikið.

120 børn á fótbóltsskúla í Runavík