Í dag verður hol sett á Føroya størsta tónleikatiltak

Summar Festivalurin byrjar í dag, og verður Torgið, Tjaldið og Vágsbøur karmur um sjey konsertir.

Fyrsta konsertin í kvøld verður á Torginum klokkan 19, tá ið Anna Lovisa fer at framføra.

Klokkan 22 fer eitt av høvuðsnøvnunum, kendu donsku rapparnir Nik & Jay, at framføra á føroya størsta palli.

Summar Festivalurin endar skránna í nátt klokkan 01 við einum braki, tá Páll Finnur Páll bjóðar til veitslu.

Veðrið hevur ikki verið gott í dag, men sambært forsøgnunum fer tað at slíta í um 19-tíðina.

Her ber til at síggja skránna fyri allar dagarnar: Skrá