Tjóðarverjan skal til verka í Washington

Stýrið í Hvítu Húsunum í Washington ætlar sær at fáa umleið 800 hermenn hjá tjóðarverjuni til verka í Washington, fyri at stuðla lokalu løgregluni við at basa brotsverkum og heimloysi.

Hettar upplýsir ein leiðandi verjuembætismaður til miðilin BBC.

Teir skulu hjálpa til við logistikki, flutningi og varðhaldsvirkjum, líkt tí leiklutinum, sum tjóðarverjan í Kalifornia hevði í summar í Los Angeles.

Hetta kemur nú tá Donald Trump, forseti, lovar at steðga brotsverkum í høvuðsstaðnum.

Trump hevur áður sagt, at brotsverkini í Washington eru fullkomiliga óstýrlig, og at høvuðsstaðurin er yvirtikin av harðligum bólkum og blóðtystum brotsmonnum .

Trump boðar eisini frá, at hann setur løgregluna í DC undir statskontroll sum ein liður í sínum tiltaki at “taka okkara høvuðsstað aftur” – stendur í fyrisitingarskipanini hjá forsetanum

-Hermenninir fara ikki at hava handtøkumyndugleika. Ein hernaðarlig løgreglueind kann tó fáa onkran leiklut í, at halda illgrunasamir persónar aftur, meðan bíðað verður eftir at lokala løgreglan ger handtøkur, sigur embætismaðurin.

Borgarstjórin í Washington DC, Muriel Bowser, vísir pástandunum hjá Trump aftur.

Hann visur á at dátur hjá býnum vísa á, at brotsverkini í DC eru lægri nú, enn tey hava verið í 30 ár.

Sí Tíðindafundin á YouTube