Dreymurin um ferðafyritøku er deyður
Tað varð nógv tosað um og almannakunngjørt, tá uttanrÃkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen (M) og konan Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen à 2019 fóru undir eina fyritøku, sum legði til rættis ‘eksklusivar’ túrar til Føroyar við Solrun sum ferðaleiðara.
Men ferðafyritøkan er tó stillisliga lagt á hilluna, og nú eru tey bæði à ferð við at steingja fyritøkuna Sollar ApS, sum ferðafelagið heldur til Ã.
Tað sæst á roknskapinum hjá felagnum fyri 2024, sum júst er kunngjørdur.
‘Virksemið hjá felagnum var stongt við árslok 2023, og tà snýr 2024 bert seg um avtøku av felagnum,’ sæst à leiðslufrágreiðingini fyri 2024, sum vÃsti eitt hall á 17.657 krónur.
Hettar skrivar Ekstra Bladet, sum fleiri ferðir hevur roynt at fingið viðmerking frá Lars Løkke Rasmussen og Solrun Jákupsdóttir Rasmussen.
Tey hava tó ikki viljað gjørt viðmerkingar.