Mette Frederiksen er stúrin
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen (S), er “nokkso stúrin” dagin eftir toppfundin millum Trump og Putin.
Hon nevnir, at Russland hevur hildið fram við sínum álopum leygardagin, sum tey ikki høvdu gjørt “um tey veruliga vildu hava frið”, sigur Mette Frederiksen við TV 2.
– Eg havi sera ringt við at hava álit á Putin og Russlandi.
Eg haldi faktiskt ikki, at tey vilja hava frið ella vilja virða marknaavmarkingar í Ukraina ella fyri tað sum er aðrastaðni, sigur hon og heldur fram:
– So vit mugu veruliga halda eyga við, hvat hendir komandi tíðina.
Donald Trump segði fyrr leygardagin, at hann fer at sleppa vápnahvíld og fer beinleiðis eftir friðaravtalu.
Men sambært Mette Frederiksen eru tey bæði elementini óloysiliga knýtt saman.
– Tú fært ikki frið uttan vápnahvíld, sigur Mette Frederiksen.