Riðið kapp í 40 ár

78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár.

Hetta helt Føroya Ríðingarfelag var vert at markera, so nú heystkappríðingin var, fekk hann handað eina gávu frá felagnum.

Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki

Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki

Samstundis fekk ryssan hjá Hans Paula Poulsen eisini handa ferðasteyp fyri at hava vunnið oftast á heystkappríðingini síðani steypið var latið í 2009. 

Svanna gjørdist nummar trý í Tvíspor 1 flokki á degnum, men tað var Barbara R. Mouritzen sum sat á hendan dagin.

Hans Pauli Poulsen luttók sjálvur í 2 flokki á hestinum Tindi. Teir báðir gjørdist nummar 3 í flokkinum.