Oksakjøt bara dýrkast í Danmark
Stórar príshækkingar hava gjørt, at sølan av oksakjøti er minkað munandi í donskum sølumiðstøðum.
Fleiri av størstu aktørunum í vinnuni hava sagt við Jyllands-Posten, at sølan av oksakjøti í 2025 verður minkað við millum 10 og 20 prosentum í mun til nøgd.
Prísirnir hava greitt rakt eitt pínumark, har brúkararnir eru farnir at keypa minni oksakjøt.
Tað er heilt einfalt vorðið ov dýrt, sigur leiðandi samskiftisráðgevin hjá Coop Danmark Jacob Lassen við blaðið.
Hann upplýsir, at í teirra handlum keypa brúkararnir meira høsnarunga- og svínakjøt í staðin.
Blaðið skrivaði fyri viku síðani, at prísurin á malnum oksakjøti er øktur yvir 73 prosent uppá fimm ár.
Samlaða prístalið fyri allar vørur er hækkað við 17 prosentum, til samanberingar.
Við øðrum orðum er prísvøksturin meira enn fýra ferðir størri, enn fyri allar aðrar vørur.
Vantandi útboð
Hetta er aðru ferð, at oksakjøt verður rakt av stórum afturslagi.
Fyrstu ferð var í 2022, tá inflatiónin vaks munandi og sendi prísirnar á oksakjøti og nógvum øðrum matvørum í loft
Bara síðani nýggjár er prísurin á seyðakjøti hækkaður við 21 prosentum, vísir ein útrokning, sum Danmarks Statistik hevur gjørt fyri Jyllands-Posten.
Prísgongdin kemst serliga av, at útboðið av seyðakjøti er minni enn eftirspurningurin í Evropa.
Sambært vinnuni hava bøndur í Danmark, Týsklandi og Hollandi minkað um íløgurnar í mjólka- og oksakjøtsframleiðsluna, hóast prísirnir eru høgir.