Eru sloppin í land av Galaxy – ein tíma seinkað
Umleið klokkan 12.30 legði Galaxy at bryggju á Krambatanga, men tá ið ferðafólk, bilar, og farmur, skuldí í land, bar ikki til, tí hekkuportrið fekst ikki niður.
Tað endaði við, at ein reipstigið varð sleptur niður eftir hekkuni og har hekk so ein maður uttan á og arbeiddi.
Tá ið ein tími var farin, var trupulleikin loystur og fólk, bilar og farmur, sluppu í land.
Skiparin sigur, at hon fór á eina hydraulik slangu so at tey mistu trykkið á portrinum, og hon mátti skiftast, áðrenn tey fingu portrið niður.
Hetta er eitt lítið brek, sum hendir av og á
Hann sigur, at hetta ávirkar ikki ferðaætlanina restina av degnum, kanska verða onkrar smávegis seinkingar, tað er alt.