Hugurin at keypa bil er minkaður eitt sindur
Bilsølan í Føroyum svingar nokk so nógv – og hon er ein ábending um, hvørja vónir fólk hava til framtíðina.
Eftir at bilasølurnar hava havt góðar dagar nú í nakrar mánaðir, er framgongdin í bilasøluni nú aftur minkað eitt sindur.
Ein uppgerð frá Hagstovuni vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár, eru 898 nýggir persónbilar seldir í Føroyum. Tað eru 73 bilar, ella 8,9 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Men verður august mánaði tikin fyri seg bilasølan í august heldur minni enn hon var í august í fjør.
Somuleiðis er talið á innfluttum, brúktum persónbilum, eisini fallið. Higartil í ár eru 99 innfluttir, brúktir bilar seldir í Føroyum og tað eru 38,1 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.
Hendan gongdin, at framgongdin í bilasøluni ikki er so stór, samsvarar við tær kanningar, sum eru gjørdar.
Tær vísa nevniliga, at húsarhaldini meta búskaparstøðuna í Føroyum – og teirra egnu fíggjarstøðu – at fara at versna hetta næsta árið.
Sostatt eru tað færri, sum vænta at, at tey fara undir nakra stóra útreiðslu næsta ár, eitt nú at gera ábøtur á bústaðin – ella at keypa bil.