Tað ber ikki til at fáa neyðug tøl á borðið

Tað ber ikki til at fáa at vita, hvussu nógvir bústaðir kring landið, eru ogn hjá fyritøkum. Og tað ber heldur ikki til at fáa at vita, hvussu nógvir bústaðir verða brúktir til spekulatión.

Tað staðfestir Margit Stórá, landsstýriskvinna í bústaðarmálum

Hans Jacob Thomsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur biðið hana leggja tøl á borðið fyri, hvussu nógvir bústaðir kring landið eru ogn hjá fyritøkum, og verða brúktir til spekulatión.

Í hesum sambandi vísir Hans Jacob Thomsen á, at bústaðarneyðin er stór, og hjá nógvum føroyingum er tað ringt at fáa tak yvir høvdið.

Men samstundis eru tað bæði einstaklingar og fyritøkur sum keypa bústaðir við reinari spekulatión fyri eyga.   

– At tað er stórur áhugi fyri bústøðum til spekulasjón, ger, at prísurin hækkar, og harvið verður uppaftur verri hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð, sigur løgtingsmaðurin.

Men hesi tølini finnast ikki í Føroyum, tí tey verða ikki skrássett, sigur Margit Stórá.

Bygningsskráin hjá Hagstovuni gevur góða ábending um talið á bústøðum kring landið, men hon sigur einki um ognarviðurskiftini.

Upplýsingar um ognarviðurskifti eru skrásettar hjá Tinglýsingini, men tað ber ikki til at taka hesar upplýsingar burtur úr.

Arbeitt verður við at talgilda tingbókina, og tá ið komið er á mál við tí, fer tað tað væntandi at bera til at taka hesar upplýsingar burtur úr.

– Hinvegin er at siga, at spekulatión í bústøðum kann hava stórar og álvarsligar samfelagsligar avleiðingar, staðfestir Margit Stórá.

– Vit eiga øll at taka ábyrgd fyri, at bústaðir fyrst eru heim hjá fólki, heldur enn gistingarhús og spekulatiónsíløgur, sigur hon.

– Sum landsstýriskvinna eri eg sinnað at taka stig til at kanna, hvussu til ber at fáa til vega eitt eftirfarandi yvirlit yvir bústaðarmarknaðin, sigur Margit Stórá.

Hon heldur, at tað er neyðugt at hava eitt slíkt yvirlit, tá ið støða skal takast til, hvørji tiltøk eiga at fremjast fyri at tryggja, at bústaðir fyrst og fremst verða nýttir sum heim – og fyri at fyribyrgja, at spekulasjónskeyp og útleiging til ferðafólk forða vanliga føroyinginum í at seta búgv.