Kongsfamiljan fær lønarhækkan
Mary drotning, Fríðrik kongur, Margretha drotning og restin av kongsfamiljuni fáa lønarhækkan næsta ár.
Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2026, sum júst er almannakunngjørd av danska fíggjarmálaráðharra Nicolai Wammen, er ætlanin at tey kongaligu býta út 154 mió. DKK – tað eru knappar fimm mió. meira enn í 2025.
Margreta drotning fær væntandi eina millión krónur um mánaðin, skattafrítt.
Joachim prinsur, sum hevur búð uttanlands í fleiri ár, fær eftir øllum at døma 4,1 milliónir krónur.
Ingolf greivin kann gleða seg til 1,9 milliónir krónur.
Christian krúnprinsur fær væntandi sína árligu eftirløn uppá 7 milliónir krónur á heysti 2026, tá hann fyllir 21 ár.
Tær sjey milliónirnar hann fær, eru ein samlaður stuðul, har fýra milliónir krónur koma frá árligu eftirlønini hjá Fríðriki kongi. Tær tríggjar resterandi milliónirnar koma frá danska statinum.
Men kostnaðurin av kongaliga budgettinum er størri enn hettar.
Til dømis rinda skattgjaldararnir fyri viðlíkahald av kongshúsunum og garðunum.
Við trónuni hjá Fríðriki er innanhýsis viðlíkahald av slottunum, eisini vorðið ein kostnaður sum skattaborgarir skulu rinda fyri framyvir.
Ferðir í embætisørindum verður eisini goldið av danska statinum .