Ríkismyndugleikar skulu hava atgongd til Landsfólkayvirlitið

Løgmálaráðið hevur í gjár 3. septembur, lagt fram eitt lógaruppskot til løgtingið.

Uppskotið snýr seg um, at ríkismynduleikar skulu hava sama atgongd til upplýsingar um borgarar í Landsfólkayvirlitinum, sum føroyskir mynduleikar longu hava.

Sambært galdandi løgtingslóg um fólkayvirlit er sum nú er, eingin heimild at lata ríkismyndugleikum upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum.

Eina orsøkin til uppskotið stendur at vera, at ríkismyndugleikarnir í Føroyum, skullu kunna veita føroyingum sínar tænastur talgilt, via Talgildu Føroyum.

Undir 1.3. stendur :

Endamálið við uppskotinum

Endamálið við uppskotinum er at fáa greiða heimild til, at ríkismyndugleikar í Føroyum fáa atgongd til neyðugar upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum.

Endamálið við uppskotinum er at fáa greiða heimild til, at ríkismyndugleikar í Føroyum fáa atgongd til neyðugar upplýsingar úr Landsfólkayvirlitinum.

Ríkismyndugleikar í Føroyum eru:

• Ríkisumboðið

• Føroya rættur

• Føroya Politi

• Kriminalforsorgin

• Landslæknin

• Arktisk kommando

• Søfartsstyrelsen

Umframt at senda beinleiðis ummælishoyring til hesar ríkismynduleikar, er uppskotið sent til ummæli hjá Talgildu Føroyum, Dátueftirlitinum, Umhvørvisstovuni, og Stjórnarráðunum.

Øll kunnu ummæla uppskotið , sum er at lesa í fullari longd, á almenna hoyringsportalin og á heimasíðuna hjá Løgmálaráðnum til almenna hoyring.

Hevur man viðmerkingar kunnu tær sendast til [email protected] og ummælisfreistin er 01. oktobur, 2025.

Ríkismyndugleikar kunnu umframt Landsfólkayvirlitið, eisini skulla kunna venda sær til kommunustýrini í sambandi við stak-fyrispurningar, og har fáa neyðugar upplýsingar.

Tó er galdandi, at eitt sakligt grundarlag er fyri útflýgging av hesum.

Persónsupplýsingar sum kunnu viðgerast vegna hesa lóg, eru fevndar av dátuverndarlógini.

Talan verður fyrst og fremst um upplýsingar sum t.d. navn, p-tal og bústað, men harumframt kunnu eisini viðkvæmir upplýsingar latast, um t.d. hvønn ríkisborgararrætt ein hevur, og um ein møguliga er limur í fólkakirkjuni.

Eisini stendur skrivað, at um ein myndugleiki er settur at røkja mál sum tæna felags samfelagsáhugamál, kann hesin mynduleikin fáa upplýst dátur um borgarar og familju teirra :

Ætlaða lógarbroytingin er í høvuðsheitum fevnd av 8, stk. 1, nr. 5, í dátuverndarlógini, sum loyvir viðgerð av persónsupplýsingum, um viðgerðin er neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur, sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum dátuábyrgdaranum er áløgd.