Nýskipanir mugu tryggja frælsi og javnrættind

Tænastur til borgarar, ið bera brek, eru ein av grundarsteinunum í føroysku vælferðarskipanini.

Nýskipanarnevndin, sum júst er sett at gera tilmæli um broytingar í vælferðini, eigur tí at taka feløgini hjá fólki, ið bera brek, við upp á ráð, meðan arbeitt verður.

Feløgini kenna viðkomandi tænastur og skipanir inn at egnum lívi, og hava sostatt vitan og lívsroyndir at ráðgeva um møguligar avbjóðingar og loysnir.

politiska skipanin, og helst eisini nýskipanarnevndin, taka atlit til í sínum arbeiði, um tað skal eydnast at tryggja javnrættindi og haldføri í vælferðarskipanum.

Eitt gott samstarv millum myndugleikar og feløg kann sostatt vera við til at tryggja javnrættindi í lógum og skipanum, og samstundis forða fyri at menniskjasligu avleiðingarnar verða álvarsamar og at fíggjarligu avleiðingarnar verða rættar og rímiligar, bæði stuttskygt, men eisini við tíðini.

Sparingar á brekøkinum eiga ikki í síðsta enda at gerast ein størri útreiðsla fyri fólk og samfelag, sum helst eisini minkar um sannlíkindi fyri at røkka langtíðar haldføri.

Nýskipanararbeiðið fer sum skilst at hyggja at dupultfunktiónum og mørkum millum landið og kommunurnar. Í hesum sambandi er tað heilt avgerðandi, at møgulig inntriv ikki einast verða gjørt við fíggjarligum vinningi fyri eygað, men fyrst og fremst fyri at tryggja okkum so góðar og haldførar vælferðartænastur sum tilber, og í hesum sambandi at bæði rættartrygdin og virðingin fyri borgaranum – m.a. fólki við breki – altíð verður fremst og í miðdeplinum.

Samstarv við feløgini er eisini týðandi liður í at tryggja burðardygd, og at ætlanirnar at tryggja langtíðar haldføri umvegis nýskipanir ikki fer at stríða við altjóða skyldur, her undir brekrættindi og altjóða menningarmálini hjá ST fyri 2030.

Føroyska vælferðarsamfelagið eigur samanumtikið ikki at gerast eftirbátur innan vælferðarskipanir, sum við tíðini ikki fara at megna at verja grundleggjandi frælsi og rættindi hjá tí einstaka.

MEGD vil tískil staðiliga heita á nýskipanarnevndina og viðkomandi partar um at umrøða teir fyrimunir, sum tað hevði givið fyri allar partar – bæði politisku skipanina, myndugleikar og feløg – um MEGD og limafeløgini við vissu og áhaldandi verða tikin upp á ráð í nýskipanararbeiðinum á hóskandi og munagóðan hátt.