Ísraelski herurin bumbaði í Gazabýnum
Ísraelski herurin hevur nú váttað, at hann í dag, fríggjadagin bumbaði eini háhús í Gaza City.Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Stutt frammanundan segði herurin, at hann fór at rætta seg móti einum hópi av bygningum, sum Ísrael hevur eyðmerkt hoyrandi til hernaðarliga bólkin Hamas.
Hetta segðist serliga vera galdandi fyri háhús.
Álopið er liður í áhaldandi ísraelskum ætlanum um at taka valdið á Gazabýnum.
Hamas hevði goymt seg í nú oyðilagda 12 hæddir høga bygninginum sum liggur í einum tættbygdum parti av Gaza City, skrivar Al Jazeera.
Sambært fjølmiðlunum var bygningurin umringaður av improviseraðum tjøldum, sum verða brúkt sum friðskjól hjá sivilfólki, sum eru flýdd úr útjaðaranum av býnum.
Men sambært ísraelska herinum hevur Hamas goymt sníkskjúttar, antitankskipanir og vaktarstøð í bygninginum.
Harumframt hevur Hamas sambært IDF, goymt spreingievni í økinum fyri at lokka ísraelskar hermenn í felluna. Hetta skrivar The Times of Israel.
IDF hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til álopið.
Israel Katz, verjumálaráðharri Mynd:Florion Goga / Ritzau Scanpix
Israel Katz, verjumálaráðharriMynd:Florion Goga / Ritzau Scanpix
Stutt frammanundan boðaði ísraelski verjumálaráðharrin frá, at Ísrael hevði sent út rýmingarboð til íbúgvar í íbúðarbygninginum.
Nú er bygningurin so javnaður við jørðina, skrivar millum annað Al Jazeera.
Her verður sagt, at ein stór royksúla í løtuni rísur úr leivdunum av bygninginum.
– Bolturin er nú tikin av Helvitisportrunum í Gaza. Tá hurðin er latin upp, verður hon ikki stongd, og virksemið hjá IDF fer at økjast – til drápsmenn og neyðtøkumenn hjá Hamas góðtaka treytirnar hjá Ísrael fyri at enda kríggið, fyrst og fremst at sleppa øllum gíslum og avvápning – annars verða teir útruddaðir, stendur í fráboðanini.
Sambært talsmanninum hjá IDF, brigadegeneralinum, Effie Defrin, hevur Ísrael nú valdið á umleið 40 prosentum av býnum og ætlar at fara víðari komandi dagarnar.