Landsinnsavningin byrjar í morgin
Í vikuni 6.-13. september 2025 skipar Reyði Krossur fyri Landsinnsavning. Hesa vikuna ganga vit frá hurð til hurð við bússum og savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum.
Landsinnsavningin ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.
Nú verður aftur høvi at hjálpa folki i neyð kring heimin. Árliga innsavningin hja Reyða Krossi byrjar í morgin 6. september og verður til 13. September. Vilt tú vera við til at gera mun?
Reyði Krossur skrivar a teirra heimasíðu, at øll sum ganga við bússu, hava ein møguleika at vinna 4 gávukort frá Atlantic Airways, áljóðandi 2.000 krónur.
Sigrið Zachariassen, leiðari í Reyða Krossi sigur við dimma.fo at til ber at melda seg sum innsavnari líka til fríggjadagin í næstu viku, tann 12. september.
Melda teg sum innsavnari her
– Vit mangla altíð onkrar innsavnarar, men vit gera okkara besta at fáa allar gøtur í Føroyum dekkaðar, sigur Sigrið.
Mynd: Haroon Sabawoon/Anadolu via Getty Images
Haroon Sabawoon/Anadolu via Getty Images
Eisini greiðir hon frá, at í ár fer ein størri upphædd frá innsavningini til Afghanistan, har ógvusligir jarðskjálvtar júst hava skakað landið og neyðin er ovurhondsstór.
Annars verður innsavnaði peningurin nýttur til alt virksemi hjá Reyða Krossi í Føroyum
Til ber at lesa meira um tað her.
Undirtøkan plagar at vera góð og fólk eru glað fyri at fáa innsavnarar á gátt. Tó eru ikki øll, sum hava møguleika at lata reiðan pening, men til ber altíð at stuðla á heimasíðuni: Stuðla her.
-Tað er sjálvandi eisini møguligt hjá fyritøkum at stuðla, sigur Sigrið – um tær skráseta seg á heimasíðuni, so senda tey eina rokning fra Reyða Krossi, og fyritøkurnar kunnu koma við á takkarsíðuna, sum verður almannakunngjørd eftir innsavningina.
-Tá vit eru fleiri saman sum stuðla, so røkka vit enn fleiri, sum tørva hjálp – bæði kring heimin og í Føroyum, sigur hon at enda.