Seks fakfeløg í Suðuroy leggja saman

Í Suðuroynni hava verið ikki færri enn 11 arbeiðarafeløg. Hvør bygd og hvør býur hevði eitt ella tvey arbeiðarafeløg – og á Tvøroyri vóru ikki færri enn trý arbeiðarafeløg, tvey arbeiðskvinnufeløg og eitt arbeiðsmannafelag.

Tað er ikki yvir at dylja, at tey flestu av hesum feløgunum eru smá og veik, og í fleiri førum knípur at manna nevnd – í hvussu so er við yngri fólki.

Tí hevur nakað av tosið verið um at leggja arbeiðarafeløg saman fyri at styrkja tey.

Og eitt úrslit av hesum er, at í Suðuroy hava seks arbeiðarafeløg nú lagt saman í eitt felag. Tey seks arbeiðarafeløgini, sum hava lagt saman, eru arbeiðsmannafelagið, Framtíðin, í Vági, arbeiðskvinnufelagið, Fjallbrúður, í Vági, arbeiðarafelagið, Beinisvørð, í Sumba, arbeiðarafelagið, Rubbishella, í Porkeri, arbeiðsmannafelagið, Hov, í Hovi og arbeiðskvinnufelagið, Drósan, á Tvøroyri.

Tey hava nú lagt saman í eitt nýtt lokalfelag undir navninum Suðuroyar Arbeiðarafelag og limagjaldið er 0,2 prosent.

Felagið er framvegis limur í Føroya Arbeiðarafelag og nevndin í Suðuroyar Arbeiðarafelag hevur skipað seg soleiðis:

Formaður er Suni Mortensen.

Næstforkvinna er Ingrid Larsen.

Nevndarlimir eru Marina Popovic, Jógvan Delmarsson Kjærbo og og Meinhard Edmund Vestureið.

Tiltakslimur er Hartvig Bech.

Hóast hesi fimm feløgini nú hava lagt saman, eru tað framvegis fimm arbeiðarafeløg í Suðuroy, sum framvegis eru fyri seg sjálvi.

Tey eru arbeiðskvinnufelagið, Roynd, í Hvalba, arbeiðsmannafelagið, Roynd, í Hvalba, Fámjins Arbeiðarafelag, arbeiðsmannafelagið, Fylking á Tvøroyri og Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri.