Hetta er møguleikin hjá Pálli

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Gibraltar, har Føroyar verða roknaðar at vera favorittur ímóti Gibraltar. Tá ið liðini hittust fyrr í summar á Tórsvølli, vunnu Føroyar 2-1, eftir at Gibraltar var frammanfyri 1-0, inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá javnaði Árni Frederiksberg, og í 86. minutti var tað Patrik Johannesen, sum skoraði sigursmálið.

Síðani Eyðun Klakstein síðsta heyst tók við venjarastarvinum hevur liðið verið í 5-4-1 útgávu. Tá ið mótstøðan hevur verið stór, sum hon fríggjakvøldið var í 1-0 tapinum ímóti Kroatia, hevur liðið mest sum alla tíðina verið í hesi verjukendu útgávuni. Í løtum ímóti Kroatia og á heimavølli ímóti Gibraltar var liðið í 3-4-3 skipan stóran part av tiðini, og soleiðis verður tað eisini í kvøld.

Útgangsstøðan verður við trimum í miðverjuni, og Eyðun Klakstein hevur sagt, at tað alla tíðina verður fokus á, at heimaliðið ikki fer at leggja seg á odda soleiðis, sum Gibraltar gjørdi í 23. minutti á Tórsvølli.

Tá ið tað var greitt, at Odmar Færø var leikbannaður í kvøld, var tað skjótt at staðfesta, at Samuel Johansen Chukwudi er upplagdur avloysari undir liðini á Gunnari Vatnhamar og Andriasi Edmundsson.

Longu tá ið hópurin varð úttikin, segði Eyðun Klakstein, at hann ætlaði at hava nógvar spælarar á vøllinum í dystunum síðsta fríggjakvøld og í kvøld. Fríggjakvøldið vóru 16 spælarar á vøllinum. Hvussu nógvir fara at verða skiftir út í kvøld valdast sjálvandi um, hvussu gongdin verður.

Brandur Hendriksson Olsen er sjálvskrivaður sentralur miðvallari. Undan dystinum ímóti Kroatia segði Eyðun Klakstein, at Géza Dávid Turi fer at fáa leiklut. Ímóti Kroatia varð hann skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Tað er upplagt, at hann í kvøld verður millum teir fyrstu ellivu. Jákup B. Andreasen legði øgiliga nógv fyri fríggjakvøldið, og tá ið kappingin er stór um plássini, og Géza Dávid Turi hevur serlig evni frá brotsteigi og til brotsteig og dugir øgiliga væl at vinna bóltin frá mótstøðumonnunum og at birta undir skjót mótálop, so er tað upplagt, at hann í kvøld fyri fyrstu ferð fær møguleikan frá fyrsta bríksli.

Kappingin um plássini á vongverjunum er stór. Í høgru hevur Jóannes K. Danielsen verið sannførandi bæði í KÍ og á landsliðnum, og samanspælið millum hann og Árna Frederiksberg riggar væl. Liðið viknar neyvan nakað, um Jann J. Benjaminsen fær møguleikan, og tað er møguleiki fyri, at venjarin í kvøld gevur NSÍ spælaranum møguleikan.

Tá ið venjarin hevur sagt, at hann fer at geva nógvum spælarum møguleikan, so kann tað vera, at Martin Agnarsson fyri fyrstu ferð frá fyrsta bríksli verður á vongverjanum í vinstru. Viljormur Davidsen, sum í kvøld hevur møguleika at vera á landsliðnum fyri 90. ferð, eigur so at siga tað plássið. Hann hevur verið skaðadarvaður, og tá ið aldurin er 34 ár, so kann tað kennast sum trýst at spæla fríggjakvøld, ferðast leygardag og spæla mánakvøld.

Martin Agnarsson hevur ment seg nógv í Danmark. Aarhus Fremad spælarin stóð seg væl teir 25 minuttirnar, hann var á vøllinum ímóti Kroatia, og tað er góður møguleiki fyri, at tað í kvøld verður tørvur á skjótum síðuspælarum í framrættaða partinum. Martin Agnarsson er ein av teimum skjótastu í føroyska hópinum.

Tá ið tað verður roknað við føroyskum sigri – og allir føroyingar vóna, at tað fer at ganga soleiðis, sum veddingarfyritøkurnar siga seg rokna við – so verður neyðugt at skora eitt og helst fleiri mál.

Hanus Sørensen hevur verið eyðsýndur í borðinum, men tað kann vera, at hann í kvøld ikki verður millum teir fyrstu ellivu. Landsliðsvenjarin hevði ikki Páll A. Klettskarð á vøllinum ímóti Kroatia. Tað hevur ligið í kortunum, at Páll í kvøld verður fremsti maður, og hetta verður kanska síðsti møguleikin hjá KÍ toppskjúttanum at verða málskjútti á landsliðnum. 35 ára gamli Páll A. Klettskarð hevur síðani 2013 verið 20 ferðir á landsliðnum. Higartil hevur hann ikki verið málskjútti. Tá eigur at verða lagt aftrat, at hann í 12 dystum er skiftur inn, seks ferðir er skiftur út og tvær ferðir hevur verið á vøllinum alla tíðina. Samlaða minutttalið er 743, og harvið hevur Páll í miðal verið á vøllinum í 37 minuttir í teimum 20 dystunum.

Møguleikin hjá Páll at vera málskjútti er altíð treytaður av, hvussu hann verður serviseraður. Tað eru ábendingar um, at tað í kvøld vera Árni Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð, sum í 3-4-3 álopsútgávuni fara at vera í borðunum. Teir tríggir – Árni, Páll og Jóannes – hava í felag verið meistarar fyri nógvum málum. Tað verður vónað, at teir í kvøld fara at vera meistarar fyri einum ella fleiri málum, og allar fótbólts Føroyar høvdu fegnast stórliga, um tað í kvøld brast fyri nev hjá Pálli, og at føroyska ferðalagið í leiguflogfari fer at flúgva heim av ibirisku hálvoynni við trimum stigum í viðførinum.