Organistarnir bíða framvegis
Í minst 12 ár hevur ein afturvendandi spurningur verið á aðalfundinum hjá organistunum, hvussu verður við hesi góðu kunngerð, tí fyri 12 árum síðani kom lógin, sum tó ikki fær virknað, fyrr enn ein kunngerð eisini er komin. Men hvørt ár staðfestir aðalfundurin, at kunngerðin enn letur bíða eftir sær, hóast tað er stórliga brúk fyri henni.
– Alsamt fleiri kirkjur vilja hava skil á sínum viðurskiftunum á hesum øki. Sjálvur fái eg javnan fyrispurningar frá kirkjuráðum um, hvussu organistar skulu lønast, men eg kann so ikki vísa á nakra kunngerð, staðfestir Símun Hammer, formaður í Organistfelagnum.
Hann hevur áður víst á, at tað krevur nógva fyrireiking at spæla til eina gudstænastu, og at ikki er óvanligt, at organistar longu mánadag byrja at fyrireika seg til, hvat teir skulu spæla sunnudag. Júst tí er umráðandi, at samsvar verður millum førleikar, arbeiðsorku og løn.
– Men tá ið vit so ofta hava fingið at vita, at nú hendir nakað, uttan at nakað hendir kortini, er tað ikki sørt ørkymlandi, staðfestir organistformaðurin.
Skipa seg sum fakfelagSamstundis sum lønar- og setanarspurningurin fyllir nógv, hevur nevndin í Organistfelagnum skotið upp, at arbeitt verður við at broyta viðtøkurnar, so felagið verður broytt til eitt fakfelag og á tann hátt kann vera til reiðar, tá ið áður nevnda kunngerð einaferð kemur.
Aðalfundurin, har 15 limir møttu í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju, heimilaði eisini nevndini at gera neyðugu fyrireikingina, og síðani at leggja broytingaruppskotið fyri ein eykaaðalfund, har broytingin kann verða samtykt.
– Ein møguleiki er, at Organistfelagið leggur seg upp at Musikklærarafelagnum, tá ið samráðast skal um lønina, tí tey hava ávísar førleikar á økinum. Sjálvur havi eg verið við til samráðingar eftir hesum leisti, tá eg arbeiddi í Norra og var í nevndini í organistfelagnum har, sigur Símun Hammer.
Eitt annað mál, Organistfelagið fer at arbeiða við, er at søkja um limaskap í Nordisk Kirkemusikkråd, og felagið er bjóðað við til næsta symposium, sum verður í Bergen í 2028 fyri at framføra føroyskan kór- og orgultónleik har.
– Skulu vit fáa limaskap har, krevst tó tann broyting, at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugur limur, men vit hava góðar orsøkir til at halda, at vilji er til, at tað letur seg gera, sigur organistformaðurin.
Nevndin í Organistfelagnum skotið upp, at viðtøkurnar verða broyttar, so felagið gerst fakfelag, og tað gav aðalfundurin nevndini heimild til at arbeiða víðari við.
Nevndin í Organistfelagnum skotið upp, at viðtøkurnar verða broyttar, so felagið gerst fakfelag, og tað gav aðalfundurin nevndini heimild til at arbeiða víðari við.
Ráðgeving má fylgjastÁ fundinum vóru eisini onnur mál til viðgerðar, og eitt av teimum vóru møguleikarnir fyri at útbúgva og førleikamenna seg. Gudmund Mortensen, sum hevur tikið sær av kirkjutónleikaraútbúgvingini, er fluttur til Danmarkar, og Símun Hammer hevur loyst hann av í starvinum.
– Umráðandi er, at menningin av organistum heldur fram, men har kunnu vera onkrar avbjóðingar. Millum annað er undirvísing um musikkskúlan er avmarkað til 25 ára aldur, og tað kann vera ein avbjóðing, um organistar, sum eru eldri enn tað, ynskja skipaða undirvísing eitt tíðarskeið, sigur hann.
– Musikkskúlin er tó lagaligur, um undirvísingin hevur eitt serligt endamál, so sum at menna seg til at spæla í onkrari kirkju ella um tað er í sambandi við hægri lestur.
Eitt annað mál, ið varð viðgjørt á fundinum, var spurningurin um elektronisk kirkjuorgul, og har er nevndin í felagnum av teirri áskoðan, at orgul í kirkjum skulu vera pípuorgul. Onkur førdi tó fram, at tá ið talan var um smærri kirkjur, kundi síggjast burtur frá tí, um tað varð hildi at vera hóskandi.
– Í øllum førum er umráðandi, at gingið verður eftir reglunum, so allar broytingar í kirkjum skulu gerast í samráð við og verða góðkendar av stiftsstjórnini, sigur Símun Hammer, ið vísir á, at Organistfelagið hevur fólk við førleikum at ráðgeva, tá ið talan er um orgul í kirkjum.
– Sum dømi um góða ráðgeving, ið hevur verið fylgd til fulnar, er nýggja orglið í Hoyvíkar kirkju, sum Gudmund Mortensen tók sær av. Kirkjuráðið fylgdi hansara ráðum og fekk eisini eitt gott úrslit burturúr, so tað átti at verið eitt fyridømi fyri onnur eisini.