Ísrael hevur bumbað í Katar
Ísrael fór týsdagin undir eitt álop móti leiðarunum hjá Hamas í Katar, siga embætisfólk.
Mynd: Mossad.Netanyahu undir álopinum
Mynd: Mossad.Netanyahu undir álopinum
Hetta er fyrstu ferð, at Ísrael fremur álop í Doha og merkir hettar eina eskalering í stríðnum hjá Ísrael móti Hamas.
Enntá á einum stað, sum hevur verið vertur fyri meklingarátøkum at fáa enda á ósemjuni.
Samráðingarnar um at enda kríggið í Gazageiranum tøktist tó at vera steðgaðar.
Svartur roykur reisti seg yvir himmalrúmið í katarska høvuðsstaðnum.
Tað var ikki greitt beinanvegin, um nakar fekk skaða í álopinum.
Tvær keldur frá Hamas siga við Reuters, at embætisfólk hjá Hamas sum samráðast um vápnahvíld, yvirlivdu álopið.
Trump sigst hava givið grønt ljós fyri álopinum. Enn hevur forsetin tó ikki úttala seg um hettar.