Tyler Robinson handtikin fyri drápið á Charlie Kirk

Embætisfólk hava eyðmerkt tann, sum er skuldsettur fyri at hava skotið og dripið konservativa aktivistin Charlie Kirk, sum 22 ára gamli Tyler Robinson, úr Utah.

Spencer Cox, guvernørur í Utah, segði á tíðindafundi mikumorgunin, at kanningarfólk eyðmerktu og handtóku Robinson eftir at hava greinað vakmyndatól, samrøður við familjulimir hjá Robinson, og kannað boð á netinum millum Robinson og kamarsfelagan.

– Vit fingu hann, segði Cox, tá hann stóð saman við FBI-stjóranum, Kash Patel, og øðrum løgreglufólkum og helt tíðindafund

Robinson verður væntandi ákærdur fyri morð, brotsverk av skotvápni, sum elvir til álvarsligan likamligan skaða og forðing fyri rættarmáli, stendur í frágreiðingini.

Cox segði, at ein familjulimur hjá Robinson rætti seg til ein familjuvin, sum setti seg í samband við sýslumannin í Washington County.

Har upplýsti hann, at Robinson hevði játtað fyri teimum, ella givið ábendingar um at hann hevði framt hendingina.

Sambært Cox hava kanningarfólk gjørt samrøður við ein familjulim hjá Robinson, sum segði at Tyler var blivin meira politiskur seinastu árini.

Robinson vaks upp í býnum Washington í Utah, og fekk stipendium til at ganga á Utah State University eftir eitt gott námsfrøðiligt met í miðnámi.

Hann gavst tó eftir bert einum semestri, vísa almen skjøl, sosialir miðlar og ein universitetsfrágreiðing.

Tyler Robinson sæst á mynd á sosialu miðlunum til vinstru í Converse skóm. FBI samanlikna m.a. skógvarnir hjá Tyler(til vinstru) við teir hjá manninum undir illgruna(til høgru)

Tyler Robinson sæst á mynd á sosialu miðlunum til vinstru í Converse skóm. FBI samanlikna m.a. skógvarnir hjá Tyler(til vinstru) við teir hjá manninum undir illgruna(til høgru)

Veljaraskrásetingar vísa, at Robinson er skrásettur at atkvøða ótilknýttur nøkrum flokki, hóast hann eisini er skrásettur sum ein “óvirkin” veljari. Hettar merkir at hann ikki hevði atkvøtt á minst teimum báðum seinastu fólkatingsvalunum.

Sí eisini FBI-ovastin Kash Patel heldur tíðindafund og

100.000 dollarar fyri at finna drápsmannin