Holland fer at boykotta Eurovision

Um Ísrael tekur lut í Eurovision næsta ár, so luttekur Holland ikki. Tað upplýsir hollendska sjónvarpsstøðin Avrotros á heimasíðuni.

Orsøkin er, at tað snýr seg um “framhaldandi og álvarsligu menniskjansligu líðingarnar í Gaza” og “álvarsligu erosiónina av tíðindafrælsinum”.

Í gjár, hósdagin, var tað Írland , sum boðaði frá nakað líknandi. Bæði londini taka endaliga avgerð, tá EBU, sum eigur og skipar fyri Eurovision, hevur tikið sína avgerð