Russisk stríðsflogfør yvir Estlandi

Estland aktiverar Grein 4 í NATO.

Greinin er ein áseting, sum ger, at eitthvørt limaland kann reisa eitt mál sum er áhugavert, til umrøðu innan verjusamgonguna, tá økisrætturin, politiska sjálvstøðan, ella trygdin er hótt.

Estiski verjumálaráðharrin, Hanno Pevkur, hevur júst váttað, at trý russisk MIG-31 stríðsflogfør hava brotið loftrúmið í landinum í tilsamans 12 minuttir.

– Hetta er ein “ótrúliga grov” hending, sigur Hanno Pevkur um brotið, sum kemur eftir tvær fyrrverandi hendingar av sama slag í ár.

Estlendska stjórnin hevur sent eitt offisielt mótmæli til russiska sendiharran í landinum.

Tað er í seinastuni fleiri ferðir komið fyri, at russisk jagaraflogfør hava brotið loftrúmið hjá evropeiskum londum.

NATO svaraði brotunum í estiska loftrúminum í dag við einum inntrivi.

Tað sigur ein talsmaður fyri verjusamgonguna sambært Reuters.

– Nato svaraði beinanvegin og avlurtaði russiska flogfarið. Hetta er enn eitt dømi um fyrilitarleysa russiska atferð og evnini hjá NATO at svara aftur, sigur ónevndi talsmaðurin.

ES-leiðararnir fara á komandi fundinum í Keypmannahavn 1. oktober at umrøða sítt “samlaða svar” til brotini hjá Russlandi á evropeiska loftrúmið.

Tað sigur forsetin í Evroparáðnum, Antonio Costa, á miðlinum X.

– Brotið í dag á estiska loftrúmið av trimum russiskum hernaðarflogførum, er enn ein óhóskandi provokatión, skrivar Costa.

– Tað undirstrikar enn einaferð bráðfeingis tørvin á at styrkja okkum eystanfyri, dýpa evropeiska verjusamstarvið og herða trýstið á Russland.