Konsert í Keypmannahavn avlýst
‘Store Vega’ í Keypmannahavn hevur avlýst konsertina við amerikanska sangarinnum ‘D4vd’, sum skuldi vera 3. oktober.
Hetta váttar pressudeildin á staðnum í einum telduposti til Ekstra Bladet. Orsøkin er “óvæntaðar umstøður”, skrivar spælistaðið í teldupostinum.
Í síðstu viku fann løgreglan í Los Angeles líkið av 13 ára gomlu Celeste Rivas í bilinum hjá sangarunum.
Celeste Rivas hvarv úr býnum Lake Elsinore í amerikanska statinum Kalifornia 5. apríl 2024.
‘D4vd’, hvørs veruliga navn er David Anthony Burke, samstarvar fult út við myndugleikarnar, upplýsir talsmaðurin hjá honum.
Líkið av unga tannáringinum var funnið 8. september, eftir at løgreglan var boðsend til ein parkeringsøkið í West Hollywood í Los Angeles, eftir fráboðanir um ein Tesla sum sá út til at vera uttan eigara.
Bilurin vísti seg síðani aatvera skrásettur í navninum hjá David Anthony Burke.