Telduálop ávirkar flogferðsluna í Evropa

Eitt telduálop hevur elvt til seinkingar á fleiri stórum evropeiskum flogvøllum – eitt nú í London, Brússel og Berlin.

Teldusníkaálopið hevur rakt ein tænastuveitara fyri innritan og umborðskipanir, og tí hevur verið neyðugt at skifta til manuella innritan og umborð.

– Hetta hevur stóra ávirkan á flogfráferðirnar og fer tíverri at elva til seinkingar og avlýsingar av flogferðum, sigur flogvøllurin í Brússel sambært tíðindastovuni Reuters.

Kervisveitarin, sum hevur verið raktur, virkar um alt Evropa, og tí eru fleiri flogvøllir raktir.

Seta eyka starvsfólk á Heathrow

Størsti flogvøllurin í London, Heathrow, stríðist eisini við innskrivingarskipanirnar. Her hevur flogvøllurin sett eyka starvsfólk á innritunarøkjunum.

Heitt verður eisini á ferðafólk um at kanna støðuna á flogferðunum, áðrenn tey fara á flogvøllin, skrivar miðilin SkyNews.