Kastrup Lufthavn eisini rakt av netálopi

Leygardagin varð flogvøllurin í Keypmannahavn sloppin undan ávirkanini av telduálopinum í Brússel og aðra staðni í Evropa, sum elvdi til seinkingar, avlýsingar og alment kaos á fleiri stórum flogvøllum í Evropa.

Í dag eru tey to minni heldig, og flogvøllurin váttar nú fyri B.T. at tey hava verið noydd at avlýsa fleiri flogferðir sunnudagin.

Longu klokkan 8 í morgun máttu tey fyrstu ferðafólkini hjá SAS, síggja fráferðina til flogvøllin í Brússel avlýsta.

Seinni fyrrapart, vóru ferðir hjá ávikavist Brussels Airlines og SAS eisini strikaðar av fráferðarlistanum, staðfestir tíðindaleiðarin á flogvøllinum í Keypmannahavn, Jens Ehlers.

Enn sær tíbetur út til, at Vága Floghavn er sloppin undan álopi. Har eru ongar strikingar at síggja í skrivandi stund.

Ávirkar flogferðsluna í Evropa