Dronuálop í Ísrael
Minst 20 fólk hava fingið skaða, eftir eitt dronuálop á ísraelska havnarbýin Eilat, sum eisini er ein vælumtøkur feriubýur har suðuri í landinum. Hettar skrivar The Times of Israel.
Ísraelski herurin, IDF, váttar fyri The Times of Israel, at Houthi-rørslan stóð aftanfyri álopið.
Flestu av teimum særdu vórðu rakt av lutum av sprongdu dronuni, og ísraelska flogverjan sendi tyrlu avstað at flyta tey álvarsliga særdu til Soroka Medical Center í Beersheba.
Restin av teimum særdu vórðu viðgjørd á Yoseftal Medical Center í Eilat, sum er minsta almenna sjúkrahúsið í landinum.
Ein maður í 60-árunum og ein 26 ára gamal eru álvarsliga særdir.