Toftamaður spælur við U17 í Esbjerg

Jákup Kristiansson Poulsen av Toftum spælur við U17-liðnum hjá Esbjerg fB Akademi.

Tann ungi Toftamaðurin er eisini úttikin til føroyska U17-landsliðið og skrivar Esbjerg fB um hann á heimasíðuni í dag:

-Okkara verjuleikari Jakup Poulsen er úttikin til føroyska U17-landsliðið við dreingjum, og Esbjerg fB-leikarin skal stríðast um stig í EM-undankappingini í oktober.

Jakup Poulsen hjá Esbjerg fB er úttikin til føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í døgunum 6. til 14. oktober skal til Eysturríkis at stríðast fyri týðandi stigum í EM-undankappingini.

Verjuleikarin, sum dagliga spælir á U17-liðnum hjá akademiinum, og liðfelagarnir skulu møta Eysturríki, Írlandi og Kosovo.