Umhugsar støðuna í Sambandsflokkinum

Kringvarp Føroya hevur í dag tosað við Helga Abrahamsen, sum hóttir við at taka seg úr Sambandsflokkinum, um lógaruppskotið um fosturtøku verður samtykt:

Eg eri limur í Sambandsflokkinum, ja. Tað eri eg.

Tað segði Helgi Abrahamsen m.a., tá vit fingu orðið á hann fyri løtu síðan. Lógaruppskotið um fosturtøku, sum Eyðdis Hartman Niclasen hevur verið við til at leggja fram, skapar tó framvegis trupulleikar í Sambandsflokkinum.

– Hatta slagið av málum eru øgiliga trupul í bæði Sambandsflokkinum og nógvum øðrum flokkum, og mann hevur so fyrr loyst tað við tað, at mann hevur sagt, at fólk skulu standa frítt at atkvøða, og tað hava vit so hildið okkum til, og tað hevur so verið eitt kompromis.

Tað er ikki bara tað, at tingfólk í Sambandsflokkinum vilja føra politikk, sum Helgi Abrahamsen er ósamdur um. Hann er eisini ónøgdur um, at mann nú vil hjálpa samgonguni.

– Og nú vísir tað seg, at mann fer eitt stig víðari. Tað eru tvey ting, sum eg haldi hava verið øgiliga trupul í hesum førinum. Tað er fyri tað fyrsta, tað at ein av okkara limum hevur verið við til at leggja tað fram. Tað er eitt øgiliga sterkt signal. Og tað næsta er eisini tað, at samgongan hevur ikki 17 atkvøður aftanfyri seg, og so eru tað tvey í okkara flokki, sum líkasum standa klár til at bera tað ígjøgnum.

Um lógaruppskotið um fosturtøku, ið nú liggur í løgtinginum, verður samtykt, fer tað so at fáa avleiðingar fyri limaskapin hjá Helga Abrahamsen í Sambandsflokkinum?

– Ja, tað er bestemt ikki óhugsandi. Ja, tað er bestemt ikki óhugsandi, og so er tað eisini hetta her, hvat kann mann blíva samdur um í flokkinum, fyri mannagongdir frameftir. Tí, at tað kann ikki vera soleiðis, at folk úr okkara flokki bara leggja uppskot fram.

– Og sjálvandi, tað skal galda báðar vegir. Nú skal eg eisini viðmerkja tað, at fyri einum góðum ári síðan, tá legði Miðflokkurin eitt uppskot fram um rættin til lív. Og eg bleiv bjóðaður at vera við í tí, og eg var ikki við. Eg segði við teir, at eg var ikki við til at leggja tað fram, men eg skal stuðla tí allan vegin ígjøgnum og atkvøða fyri tí. Og tað bleiv tað.

– Nú hendur tað øvugta, nú kemur uppskot um fosturtøkulóg, og nú er eitt av okkara fólkum uppskotssetari. Og tað haldi eg, at tað mugu vera púra greiðar reglur í einum flokki, annaðhvørt er tað loyvt at vera við, ella er tað ikki, sigur Helgi við kringvarpið.