Ekstrabladet fann skipið

Ekstra Bladet vóru ikki nøgd við tey fáu, um nøkur svar pressan hevur fingið seinasta døgni við dronum um alt Danmark.

Tey gjørdu ikki matari enn at leiga eina tyrlu og foru so at leita. Tey endaðu eisini við at finna eitt russiskt herskip.

Skipið hevur ligið í altjóða sjógvi, einar 12 kilometrar út fyri strondini í Langeland, við sløktum AIS-signalum.

Tað hevur sostatt ligið har meðan gátuføra dronuvirksemið hevur verið eygleitt í Danmark.

Men enn er kann eingin siga við vissu, at dronurnar skulu vera stýrdar hagani, ella um tað eru russar sum eru handan dronuflúgvingini.