B-vitaminir
B-vitaminir eru vatnloysiligar og ikki feittloysiligar, sum onkrar aðrar vitaminir.
Hettar merkir, at tær bert í minni mun kunnu goymast sum depot í kroppinum, og tí er neyðugt við dagligari inntøku av teimum.
Í alt eru átta sløg av B-vitaminum sum kroppurin hevur brúk fyri. B-vitaminirnar stuðla millum annað undir eina vælvirkandi nervaskipan, men hava eisini týdning fyri okkara húð, hár, blóðrensl og livur.
Allar B-vitaminir virka antin sum hjálpar-ensymir í okkara kroppi ella sum partur av hjálpar-ensymunum.
Eitt hjálparensym er bundið at einum ensymi fyri at fáa tað at virka. Eitt ensym er eisini eitt slag av hjálpara, tí tað hjálpir til at fáa tilgongdirnar í kroppinum at henda skjótari.
Niðanfyri eru nakrar av hesum vitaminum umrøddar.
B1-Thiamin.
B1-vitamin er týdningarmikið fyri orkuskiftið, tí tað hjálpir kolhydratum at verða umskapað til glukosu.
Tá kolhydratir verða umgjørdir til glukosu, skapar tað orku til millum annað musklar, hjarta og heilan. Men tað stuðlar eisini undir eina væl virkandi nervaskipan, eitt væl virkandi hjarta og at varðveita sálarliga javnvág.
B2-Riboflavin.
B2-vitamin hjálpir eins og B1-vitamin til at skapa eina væl virkandi nervaskipan og orkuskifti. Tí hevur B2-vitamin týdning fyri serliga proteinskiftið, men eisini kolhydratir og feitt.
Harumframt stuðlar B2-vitamin eisini vanligum jarnskifti og viðlíkahald av vanligum reyðum blóðplátum.
B2-vitamin stuðlar undir at minka um troyttheit og møði. Eisini hevur Riboflavin innvirkan á eyguni og sjónina.
Slímhinnur hava brúk fyri B2-vitamini, har tað hjálpir til at varðveita virksemið hjá slímhinnunum. Harumframt er B2-vitamin týdningarmikið fyri vøksturin, og stuðlar millum annað uppá at varðveita húð og sjón.
B3-Niacin.
B3-vitamin verður eisini nevnt Niacin, sum er eitt vanligt heiti fyri nikotinsýru og nikotinamid. Niacin stuðlar eins og B1- og B2-vitaminirnar stoffskifti í øllum kroppunum.
B3-vitamin stuðlar eisini undir sálarligum virksemi, einari virkandi nervaskipan, slímhinnur, viðlíkahald av húð og hjálpir til at minka um troyttheit.
Kroppurin er so snildur, at um tú manglar B3, umskapast ein av teimum 20 aminosýrunum í kroppinum, sum eitur tryptofan, og byrjar at framleiða B3-vitamin.
Tó er neyðugt við nógvum tryptofani, áðrenn tað kann dekka tørvin á B3-vitamini heilt.
B5-Pantotensýra.
B5-vitamin eitur eisini pantotensýra og stuðlar eins og áðurnevndu B-vitaminir vanligt orkuskifti, har tað hevur eina miðstøðu.
B5-vitamin er ein byggiteigur í Coenzym A, sum er neyðugur fyri at umskapa kolhydratir, feitt og protein til orku. Eisini stuðlar tað vanligari syntesu og stoffskifti av steroidhormonum, D-vitamini og ávísum nervaboðum.
Pantotensýra stuðlar undir at minka um troyttheit og til vanliga sálarliga avrikið. Hettar vitaminin stuðlar eisini orkugevandi stoffskifti (sum er stoffskiftið hjá kyknum), minkar um møði og troyttheit, og stuðlar sálarligum avriki.
B6-Pyridoxin
B6-vitamin hevur nógvar funktiónir fyri kroppin. Vitaminið stuðlar orkugevandi stoffskiftinum, sálarligum virksemi og virksemi í nervaskipanini og immunverjuni. Harumframt stuðlar B6-vitamin reyðu blóðplátunum.
Harumframt stuðlar B6-vitamin eisini við at minka um troyttheit, møði og til at regulera hormonvirksemið.
B7-Biotin.
B7-vitamin eitur eisini Biotin, sum helst er navnið, sum fyrst og fremst verður brúkt um hesa B-vitamin.
Biotin stuðlar eins og áðurnevndu B-vitaminir eisini vanligum orkuskifti, og umframt vanliga virksemið í nervalagnum, vanligt skifti av makroelementum og vanliga sálarliga virksemi.
Biotin er serliga kent sum hárvitamin, tí tað er serliga gagnligt fyri at varðveita vanligt hár og eisini vanliga húð.
B9-Folat/Folsýra.
B9-vitamin er eisini betur kent sum folat, ella folsýra, sum er tann syntetiski formurin í kostískoyti. Tað er umráðandi at fáa nokk B9-vitamin javnan, tí goymslurnar halda bert nakrar fáar mánaðir.
Folsýra stuðlar vanligari aminosýrusamseting, vanligari blóðmynding og vanligum homocysteinskifti.
Harumframt stuðlar B9-vitamin sálarligum virksemi, virksemi hjá immunverjuni og at minka um møði og troyttheit.
B9-vitamin er týdningarmikið fyri kvinnur í sambandi við viðgongutíðina, tí tað hevur ein leiklut í kyknubýtistilgongdini og stuðlar undir vevnaðarvøkstur hjá kvinnu, sum er við barn.
Manglandi B9-vitamin í barnsburðinum kann elva til nervarørbrek og hjartabrek hjá fostrum, umframt vanda fyri lágari føðivekt.
B12-Cobalamin.
B12-vitamin kann ikki framleiðast í kroppinum og skal tí veitast gjøgnum kostin.
Vitaminið er við í fleiri ymiskum evnafrøðiligum reaktiónum og hevur týdning fyri nervafunktiónina, mynding av reyðum blóðkornum og vanliga stoffskiftið av homocysteini.
Harumframt stuðlar B12-vitamin orkugevandi stoffskifti og at minka um troyttheit og møði. B-12-vitamin stuðlar eisini undir sálarliga virksemið og virksemið hjá immunverjuni.
Manglandi B12-vitamin er vanligt hjá vegetarum og serliga veganum, tí teir eta ikki kjøt, mjólkarúrdráttir ella egg, sum eru størstu og fremstu keldurnar til B12-vitamin gjøgnum kostin.