Sýria vil hava Assad handtiknan

Sýria hevur givið út handtøkuboð móti fyrrverandi forsetanum, Bashar al-Assad, og hevur latið upp eina altjóða eftirlýsing gjøgnum Interpol.

Tað sigur dómarin Tawfiq al-Ali við sýrisku arabisku tíðindastovuna SANA.

Í handtøkuboðnum eru ákærur um morð, deyðiliga píning og frælsisfrádøming, upplýsir SANA.

Assad og familja hansara flýddu til Russlands í desember 2024.