Michelinkokkur kemur til Føroyar

Karime López eitur tann fyrsti meksikanska kvinnuligi kokkurin sum hevur fingið eina Michelin-stjørnu. 

Karima hevur starvast á nøkrum av heimsins fremstu matstovum. Millum annað á ‘Pujol’ í Mexiko, ‘Ryu’ í Tokyo, ‘Mugaritz’ í Baskaralandi og í ‘Central’ í Lima.

Stjørnuna fekk hon tó sum høvuðskokkur á matstovuni, Gucci Osteria, sum liggur í Italia.

Leygarkvøldið 11. oktober verður Karime López at hitta í Føroyum, á matstovuni Ræst. Hon fer har saman við høvuðskokkinum Sebastian Jimenez, at seta saman eina smakkiroyndarskrá. 

Tað verður eitt møti millum tvær kulinariskar hugsanir, sum seta teirra egna preg á føroyskan og italskan mat.

-Vit kunnu heilt einfalt ikki bíða, og vit vóna, at tit koma við okkum til hetta heilt serliga kvøldið.

Vit gleða okkum at bjóða henni vælkomnari til eitt serstakt samstarv við okkara Sebastian Jimenez, har tey fara at seta meksikanska, føroyska og italienska matmentan í fokus, skrivar Ræst á sosialu miðlunum.

Myndir: Ræst