1022 undirskriftir til landstýrismannin
Bert fýra dagar tók tað, frá tí at Pól Arni Holm byrjaði at savna undirskriftir við einum skrivi, inntil samlaðar vóru heilar1022 av teimun.
Til bar at skriva undir bæði talgilt og í handlum runt Suðuroynna. Skriv og undirskriftir eru nú sendar til landstýrismannin og aðrar avvarandi mynduleikar.
Umframt at konstatera at fólkaræði riggar enn, takkar Pól Arni, á Facebook, øllum sum hava tikið lut.
Hann takkar eisini SSL fyri at lurta eftir teimum, so tað kennist smidligari og lættari at ferðast á leiðunum hjá SSL um alt landið.
Skrivið ljóðar soleiðis:
“NEI TIL TALGILDA GÌSLATØKU À SUÐUROYARLEIÐINI OG ØÐRUM LEIÐUM VIÐ
Okur vilja við hesari innsavning av undirskriftum mótmæla fastlæstu talgildu skipanini á okkara høvuðsvegi til meginlandið og restina av umheiminum. Okur vilja kunna keypa ein ferðaseðil fyri vanligan prís, óansæð um tað er 50 minuttir ella beint áðrenn fráferð úr Havn ella úr Suðuroynni.
Samstundis skal altíð verða møguligt at keypa við reiðum peningi. Um hendan skipan er gjørd fyri at fáa meira burturúr útlendskum ferðafólki, krevja okur at bústaðarkort verður gjørt til okkum fastbúgvandi.
Ikki øll brúka fartelefon/snildtelefon í dag. Ein og hvør skal kunna keypa sær ein ferðaseðil við landgongdina uttan at brúka sína fartelefon/snildtelefon. Vegna okum sum búgva í Suðuroynni og Føroyum sum heild!”
Pól Arni Holm.