Skrál, kvotur og fíggjarlóg
…hmm… í vikuni var uppskot til fíggjarlóg fyri tjúgu seks og tjúgu lagt á tingborð…tveir talsmenn fyri andstøðuna komu í døgurðatíðindini hósdagin… Gákup Skrál-gaard og hann sjálvur Klárur á Steig Eg-veit-betur-kann-mann-siga-sen…teir vórðu spurdir, hvat teir hildu um uppskotið og í sama viðfangi fráboðanina frá ICES um uppsjóvarfiskiskapin komandi ár…
…og tølini hjá ICES ikki tespulig…skulu tilmælini frá stovninum fylgjast út í æsir…verður heildarkvotan fyri makrel skerd hálvfjerðs prosent og fyri svartkjaft fýra og fjøruti prosent …hetta kann gerast ein ordans kjaftfiskur fyri nótaskipini og tað almenna við… landskassin kann missa tvey hundrað og hálvtrýss milliónir í veiðigjøldum, verða tølini frá ICES fiskiveiðiligur veruleiki komandi ár…
…andstøðutalsmenninir vóru á einum…ikki at siga trumpsligum… máli um, at hetta var alt sitandi samgongu fyri at takka…
…ongantíð í verðini vildi hann góðtikið slík tilmæli, legði Skrál-gaard so dýran við… eingin lurtari kundi ivast í, at sat hann í fiskimálaráðnum, var hann maður fyri, at slík tilmæli aldri sóu dagsins ljós…
…hin…altso Eg-veit-betur-kann-mann-siga-sen… tók eitt sindur hóvligari til, men læt eisini lurtarar skilja, at hevði hann verið løgmaður í samgongu við Skrálgaard undanfarin ár, var henda støðan aldri íkomin…tað kundi hann alfabeta upp á við bæði dupult v-i, se-i, eksi og ku-i um tað skuldi vera…
…og soleiðis kundu teir saktans tosa báðir…meiningakanningar hava í seinastuni greitt víst, at fáveldið flokkarnir hjá talsmonnunum báðum skrumblaðu gjøgnum tingið eina desembernátt í nítjan, hevur breiða undirtøku millum veljararnar…í summum pørtum av landinum úti við hundrað prosent undirtøku…
…ið hvussu er enn…
….men versna nú tíðirnar…vendist framgongdin seinastu árini…búskaparliga undanbrekkan samfelagið hevur hilla oman eftir…til afturgongd …til mótbrekku…um ríkiligt virksemi og ríkiligt av pengum ikki kunna bera mýtuna longur um fáveldið sum samfelagsbera…tá avleiðingarnar av milliardunum samfelagið…tilfeingiseigarin…ongantíð fekk í sín part av uppisjóvar-ævintýrunum t.d. ikki kunnu dyljast fyri nøkrum…hvat hendir tá…?…
…ella seta talsmenninir báðir og teirra flokkar við teimum sína lít á húskallalyndið, at tað ongantíð fer at vika meirilutan í síni turkatrúgv upp á fáveldið…og minnilutin tí fyri tann skyld…sum í hálvfemsunum…bara kann sjúgva seg av landinum, tá ið um treingist…
…tí eitt er rættiliga vist… flokkarnir sum knæsettu fáveldið… ta desembernáttina fyri skjótt seks árum síðan… teir hava eingin onnur ráð móti búskaparligari afturgongd…so eg tali ikki um kreppu… enn at seta samfelagið niður í ferð við sparingum og skerjingum …ikki bara í heilsu-, skúla og almannaverkið…men á øllum økjum…
…íðan hava vit sæð tað fyrr…rekur ímóti búskaparliga rakar tað fyrst og fremst vanliga borgaran… og jú meinari sum borgarinn er verri fyri at uppihalda sær…tí tvørturímóti tí sum mong teirra halda, ið val eftir val hava givið fáveldinum sína atkvøðu, kærir fáveldið seg hvørki um at bera samfelagið ella javna øðrum enn sínum útvaldu nakað sum helst…
…ella líka veit eg…soleiðis limraði íspegilin…:…
Jú, skrál-gaard seg skræddi á tingi,So skrappan hann nú hevði fingið,Um endan á øllumTeim ørvitisskøllum,Sum fokka við fáveldis-skingi,
Jú, skrál-gaard seg skræddi á tingi,So skrappan hann nú hevði fingið,Um endan á øllumTeim ørvitisskøllum,Sum fokka við fáveldis-skingi,
Sum fokka við fáveldis-skingiEr fíggjarlóg fyri á tingi,Og elska abortOg allan tann lort,Sum ríður ójavnað í ringi,
Sum fokka við fáveldis-skingiEr fíggjarlóg fyri á tingi,Og elska abortOg allan tann lort,Sum ríður ójavnað í ringi,
Sum ríður ójavnað í ringiOg reyvast við sínum pinnlingi,Men skattar tær skattOg skírir tað pjatt,Tá skrál-gaard seg skræðir á tingi.
Sum ríður ójavnað í ringiOg reyvast við sínum pinnlingi,Men skattar tær skattOg skírir tað pjatt,Tá skrál-gaard seg skræðir á tingi.
…skrál skrýðir tóman…