Adrenaline hevur givið út nýtt staklag
Rockbólkurin Adrenaline hevur júst útgivið nýggja staklagið “Tóm Visjón”, sum nú er at hoyra á Spotify og øllum stroymingtænastum.
Við sínum fangandi popp/rock ljóði heldur bólkurin fram við at seta sín dám á føroyska tónleikapallin.
Adrenaline hevur longu spælt á stórum festivalum sum Tórsfest og Summarfestivalinum – og 30. august standa teir klárir á pallinum á Norðfestivalinum á Viðareiði og lova eina orkumikla og eksplosiva konsert.
Leinki: https://open.spotify.com/track/46IlWNUQJiMYWAIjZsnzNc?si=9dafa3bac7884b8a