Amerikanskur kavbátur á stuttari vitjan

Í dag kemur amerikanski kavbáturin, USS South Dakota, í Nólsoyarfjørð. Uttanríkisráðið sigur, at talan er um ein stuttan steðg í Nólsoyarfirði í sambandi við manningarskifti.

USS South Dakota er kjarnorkurikin og hevur loyvi at koma í føroyskt sjóumveldi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar kjarnorkuyvirvøku og onnur tilbúgvingaratlit í sambandi við vitjanina. Tjaldrið fylgir kavbátinum, meðan hann siglir í føroyskum sjóumveldi, sigur Uttanríkisráðið.