Atlantic Airways Aviation Academy er Vinnuátakið 2025
Nýggi simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, er Vinnuátakið 2025. Tað varð kunngjørt á Vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.
Átakið er ein íløga í vitan, førleikamenning og framtíðina, tí takkað verið framkomnari tøkni kunnu vit nú eftirgera, kanna og royna alskyns arbeiðsgongdir, støður og mannagongdir í einum eftirgjørdum umhvørvi, áðrenn tær verða fluttar yvir í veruliga heimin.
Átakið hevur gjørt førleikamenning og venjing meiri atkomulig. Førleikamenning og venjing, sum ikki bara eru neyðug, men eitt lógarkrav, og sum fyrr kravdi, at farið varð út í heim. Men nú kemur heimurin til Føroya.
Við átakinum setur Atlantic Airways lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum. Tað er ein stórur og greiður fyrimunur fyri bæði tilbúgving, vinnulív, ferðavinnu og samfelag.
Tá ið Atlantic Airways Aviation Academy veruliga fær luft undir veingirnar, fer tað at hava stóra samfelagsliga ávirkan, bæði vinnuliga og búskaparliga. Átakið dregur fólk úr øllum heiminum til Føroya, og ágóðan fáa øll, sum hava við ferðafólk og ferðavinnu at gera.
GrundgevingVið støði í endamálinum at veita fyrstafloks tøkniliga og framkomna venjing, ágóðanum og nógvu møguleikunum, er dómsnevndin samd um at velja Atlantic Airways Aviation Academy sum Vinnuátakið 2025.
Her er grundgevingin, sum varð lisin upp á Vinnudegnum, tá ið Atlantic Airways Aviation Academy fekk handað heiðurin:
Morgunlýsið spælir sær í spegilsblanka vatninum. Tað er sunnumorgun, og genta spákar sær túr við Sørvágsvatn. Hon er farin snimma á føtur. Nykurin, í skapilsi av hesti, tykist lokkandi og skiftir ham alt eftir, hvussu ljósið legst á hann.
Í hondini hevur gentan ein stein. Komin nærindis Hvalárætt, sunnantil flúgvarabedingina, sveiggjar hon armin, alt hon er ment, og blakar steinin. Í somu stund lættir pyjamas-rutan á veg til flatlond.
Steinblakið eydnast væl. Steinurin fer súsandi ígjøgnum luftina. Sum um hann verður borin uppi á veingjum og ger leiðina hjá flogfarinum, sum hvørvur burtur í sjónarringinum, eftir.
Gentan eygleiðir steinin. Hon steðgar á, letur eyguni aftur og ímyndar sær, at steinurin er hennara flogfar. Hon fyrireikar seg til tað næsta, sum fer at henda.
Dums! Steinurin rakar vatnið. Ringarnir í vatninum breiða seg ein fyri og annar eftir. Teir dansa saman, gerast størri og størri og tykjast óendaligir.
Søgan um gentuna kann, um vit vilja, samanberast við átakið, sum verður heiðrað í dag. Tí bæði í dag og í morgin, men eisini við tíðini, fer átakið, tá ið tað veruliga fær luft undir veingirnar, at hava stóra samfelagsliga ávirkan; bæði vinnuliga og búskaparliga.
Júst sum ringarnir í vatninum, sum tykjast óendaligir.
Gamaní skal átakið gerast nýtt búskaparligt bein hjá felagnum, men ágóðan. Ja, hann fáa øll, sum hava við ferðavinnu og ferðafólk at gera. Hotell, matstovur, bilaleigur og aðrir tænastuveitarar kring alt landið, tí átakið dregur fólk úr øllum heiminum til Føroya.
Men fyrst og fremst er átakið ein íløga í vitan, førleikamenning og framtíðina. Takkað verið framkomnari tøkni kunnu vit nú eftirgera, kanna og royna alskyns arbeiðsgongdir, støður og mannagongdir í einum eftirgjørdum umhvørvi, áðrenn tær verða fluttar yvir í veruliga heimin.
Tá ið álvarsamar, óvanligar ella bara vanligar støður stinga seg upp. Støður, sum vit kunnu laga okkum til og læra at reagera rætt og neyvt.
Átakið hevur gjørt førleikamenning og venjing meiri atkomulig. Førleikamenning og venjing, sum ikki bara eru neyðug, men eitt lógarkrav, og sum fyrr kravdi, at farið varð út í heim.
Men nú kemur heimurin til Føroya, tí við átakinum verða lítlu Føroyar settar á heimskortið sum vitanarskapandi, framkomnar og partur av altjóða samfelagnum. Tað er ein stórur og greiður fyrimunur fyri bæði tilbúgving, vinnulív, ferðavinnu og samfelag.
Við støði í endamálinum at veita fyrstafloks tøkniliga og framkomna venjing, ágóðanum og nógvu møguleikunum, er dómsnevndin samd um at velja nýggja simulatordepilin hjá Atlantic Airways, Atlantic Airways Aviation Academy, sum Vinnuátakið 2025.