Bjóða suðuroyingum at sleppa umborð at hyggja
Leygardagin verður tað grikska ferjan, Galaxy, sum fer at røkja suðuroyariglingina í einar átta – tíggju vikur ímeðan Smyril er á beding í Danmark.
Galaxy kom til landið sunnudagin og liggur nú við bryggju á Krambatanga á Tvøroyri.
Fólk hava verið eitt sindur ivingarsom – men nú bjóðar Strandferðslan suðuroyingum, og fólki annars, umborð á Galaxy at hyggja at umstøðunum.
Sostatt verður Galaxy opin fyri almenninginum hósdagin ímillum klokkan 16 og 18.
– Á henda hátt kunnu kundar og ferðandi nýta høvi at síggja avloysaraskipið og kunna seg við umhvørvið umborð, sigur Strandferðslan.
Galaxy var eisini her í 2017 og sigldi fyri Smyril, men Strandferðslan hevur sagt, at nógv er gjørt við skipið síðani tá, so umstøðurnar umborð eru væl frægari nú