Brigitte Macron fer í rættin við pástandinum um at hon skal verða ein maður.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, og kona hansara, Brigitte, fara at leggja fram myndalig og vísindalig prógv fyri einum amerikanskum dómstóli, sum prógva, at Brigitte Macron er ein kvinna, sigur advokaturin hjá parinum, Tom Clare.
Parið leggur tað fram í einum ærumeiðingarmáli, sum parið hevur lagt fram móti Youtube-vertinum Candace Owens.
Advokatarnir hjá Candace Owens hava svarað við uppskoti um at vísa ærumeiðingarkravinum frá sær.
Í podcastinum sigur advokaturin hjá Macron, at Brigitte Macron hevur hildið áskoðanirnar vera sera órógvandi, og at tær eru ein avbjóðing fyri franska forsetan.
– Eg vil ikki leggja upp til, at tað onkursvegna hevur blakað Emanuel Macron út av kós. Men eins og øll onnur, sum jonglera bæði við yrkis- og familjulívinum, so slítur tað á teg, tá familjan er undir álopi. Og tað er hann ikki immunur fyri, bara tí hann er forseti í einum landi, sigur Tom Clare, advokatur hjá Brigitte Macron.
Enn fer hann ikki at avdúka, hvørji prógv verða løgd fram, men sigur, at tað verður vísindaligur vitnisburður frá serfrøðingum.
Forsetahjúnini eru fult til reiðar at vísa bæði generelt og serliga, at ákærurnar móti forsetafrúuni eru løgnar, verður sagt.
Clare sigur víðari, at Brigitte Macron er avgjørd um at gera tað, sum skal til fyri at leggja faktuellu upplýsingarnar fram – eisini á ein sera almennan hátt, sigur hann.
Advokaturin sigur, at myndir har Brigitte var uppá vegin eru til, og vera lagdar fram í rættinum. Tey trý børnini eigur hon við fyrrverandi manni sínum.
Candace Owens er fyrrverandi viðmerkjari hjá amerikanska miðlinum Daily Wire, og hevur milliónir av fylgjarum á sosialu miðlunum. Hon hevur fleiri ferðir sagt sína áskoðan um, at Brigitte Macron er ein maður.
Í mars 2024 segði hon, at hon fór at satsa tað, sum hon lýsti sum alt sítt fakliga umdømi, uppá kravið.
Pástandurin stavar frá árum síðani á netinum og dregur serliga tráðir frá einum YouTube-video, sum fronsku bloggararnir Amandine Roy og Natacha Rey gjørdu í 2021.
Macron-hjúnini vunnu upprunaliga eitt ærumeiðingarmál móti Roy og Rey í 2024, men tann avgerðin varð kolldømd í 2025 við grundgevingum um talufrælsi – ikki tí, at pástandurin varð funnin at vera sannur. Forsetahjúnini hava kært ta avgerðina.