Danmark vil ikki boykotta Eurovision 2026

Danmark ætlar sær ikki at trekkja seg úr evropeisku sangkappingini næsta ár, hettar stendur í frágreiðing frá DR.

Hendan avgerðin kemur eftir fleiri vikur við kjaki um luttøkuna við Ísrael, og fleiri lond hava boðað frá boykotti um Ísrael luttekur. Eitt teirra er grannaland okkara, Ísland.

Ísrael luttók í seinastu Eurovision sangkappingini fyrr í ár í Basel. Fleiri lond krevja, at Ísrael verður hildið uttanfyri kappingina næsta ár. Mynd: Denis Balibouse

Ísrael luttók í seinastu Eurovision sangkappingini fyrr í ár í Basel. Fleiri lond krevja, at Ísrael verður hildið uttanfyri kappingina næsta ár. Mynd: Denis Balibouse

– DR stuðlar ESC (Eurovision Song Contest, ritstj.) sum eitt mentanarligt tiltak, sum hevur savnað tjóðir saman gjøgnum tónleik síðan 1957.

Okkara luttøka er treytað av, at tað framvegis er ein sterkur altjóða felagsskapur, eftirlit við trygdini og ein ópolitiskur karmur kring kappingina, sigur Gustav Lützhøft úr DR.

Sjey lond boykotta

Sjálvt um Sissal ikki vann Eurovision, so kann tað vera at hon kanska vinnur Um Sissal ikki vann Eurovision, so kann tað vera at hon kanska vinnur “Vild med Dans” í heyst.