Dreymurin um ferðafyritøku er deyður
Tað varð nógv tosað um og almannakunngjørt, tá uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen (M) og konan Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen í 2019 fóru undir eina fyritøku, sum legði til rættis ‘eksklusivar’ túrar til Føroyar við Solrun sum ferðaleiðara.
Men ferðafyritøkan er tó stillisliga lagt á hilluna, og nú eru tey bæði í ferð við at steingja fyritøkuna Sollar ApS, sum ferðafelagið heldur til í.
Tað sæst á roknskapinum hjá felagnum fyri 2024, sum júst er kunngjørdur.
‘Virksemið hjá felagnum var stongt við árslok 2023, og tí snýr 2024 bert seg um avtøku av felagnum,’ sæst í leiðslufrágreiðingini fyri 2024, sum vísti eitt hall á 17.657 krónur.
Hettar skrivar Ekstra Bladet, sum fleiri ferðir hevur roynt at fingið viðmerking frá Lars Løkke Rasmussen og Solrun Jákupsdóttir Rasmussen.
Tey hava tó ikki viljað gjørt viðmerkingar.